Dystir í Vágs Høll, vika 8

21:59, 25-02-2010

leygardagur, 27.02.2010
  15.00 2. deild Kvinnur VB-KÍF
 
 sunnudagur, 28.02.2010
  13.15 Dreingir 14A VB-H71 b
  15.00 Sunset VB-Neistin
 


Les meira





Dystir í Vágs Høll, vika 7

17:05, 18-02-2010

 sunnudagur, 21.02.2010
  13.15 Dreingir 12 B Tjaldur b-Neistin
  13.55 Dreingir 12 B VB-Tjaldur b
  14.35 Dreingir 12 B Neistin-VB
  15.15 Dreingir 14A VB-StÍF
 


Les meira





Dystir í Vágs Høll, vika 6

23:01, 11-02-2010

sunnudagur, 14.02.2010
  13.15 2. deild Kvinnur VB-Tjaldur
  15.00 Sunset VB-Tjaldur

 

Komið og stuðlið ogra kvinnum! Við dyggum stuðli heimavølli ber alt til:)



Les meira





Dystir í Vágs Høll, vika 5

11:58, 05-02-2010

Dysturin hjá 2. kvinnur leygardagin er avlýstur.

 

 

 sunnudagur, 07.02.2010
  13.15 Gentur 14A VB-Neistin a
  14.05 Dreingir 14A VB-VÍF a
  14.45 Gentur 12 B VB-Sóljan
  15.25 Gentur 12 B VB-H71
  16.05 Gentur 12 B H71-Sóljan



Les meira





VB - StÍF: 29 - 23 (14 -12)

22:54, 01-02-2010

Um liðið skal hava lív lagað í bestu deildini komandi kappingarár, mátti hesin dysturin vinnast, og fjøldin, sum hevði leitað sær vestur á Eiðið hendan seinnapartin, var vitni til ein spennandi og, til tíðir, væl leiktan dyst.

Í fyrra hálvleiki var dysturin javnur alla tíðina, tó var VB á odda fyri tað mesta, men ongantíð við fleiri enn tveimum málum. StÍF var bert á odda tvær ferðir: 0 – 1 og 4 – 5. Hálvleikstøðan var 14 – 12 til VB.

Í seinna hálvleiki gekk framvegis javnt á, men StÍF slapp ongantíð fram um VB. Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, gjørdi VB ein vørr og økti leiðsluna alt meira til endaligu støðuna 29 – 23.


Tað, sum eyðkendi henda dystin, var, at tað ikki vóru gjørdir so nógvir tekniskir feilir, og samstundis vóru nógvar góðar fríspælingar, báði inn á strikuna og út á vengurnar.


Allir leikararnir hjá VB kempaðu og spældu væl, og stuttligt var at síggja tær elstu á liðnum (Christina og Sólrun) ganga undan og draga tær ungu við sær.


Málini gjørdu:

Migle 11

Svava 7

Christina 3

Bára 3

Monika 3

Una 1

Andrea 1



Les meira





Sunnudagin 31/1

18:24, 29-01-2010

Kl. 13.15 hava gentur 10 b eina stutta kapping. Liðini eru VB, StÍF b og VÍF.

Kl. 15.00 fer ogra Sunset lið aftur í eldin, hesuferð ímóti StÍF.

Ogor vóna, at genturnar fara at gera sítt ítasta. Komið vestur og heppið! :)



Les meira





Hugnakvøld

18:07, 29-01-2010

Avlýst vegna ov lítla undirtøku:(

27. januar verða tað 30 ár síðani Vágs Høll varð tikin í nýtslu. Í hesum sambandi skipar VB hondbóltur fyri stórum hugnakvøldi á Eiðinum leygarkvøldið 30. januar kl. 20.00.

Á skránni
Á hugnakvøldinum verða vístar video-upptøkur frá dystum, sum vóru spældir tann dagin, tá høllin varð tikin í nýtslu.
Eisini fara fólk at siga frá, hvussu tey minstust hendan dagin fyri 30 árum síðani. Stuttligt hevði verið at sæð fleiri av teimum "gomlu" hondbóltspælarunum, sum slitu sínir fyrstu hondbóltsskógvar í VB, men sum nú búleikast ymsastaðni í okkara oyggjalandið. Gott ferðasamband er, so verið hjartaliga vælkomin:)

 

Til matna verður stórt kalt borð. Og harumframt er eisini spurnakapping á skránni.

Tekningarlistar verða lagdir á vanlig støð ónsdagin, og seinasta freist at tekna seg er ónsdagin 27. januar.

Ogor vóna at fáa eitt sera stuttligt og hugnaligt kvøld



Les meira





Dystir um vikuskiftið

01:16, 16-01-2010

Leygardagin 16/1

kl. 15.00 VB – Neistin, U23

Sunnudagin 17/1

kl. 14.00 VB – VÍF a, 2. kvinnur

kl. 15.15 VB – VÍF, gentur 14 A



Les meira





Dystir hetta vikuskifti

12:22, 09-01-2010

Í dag 9/10 átti tveir dystir at verða á skránni. Báði 2. deild kvinnur og menn áttu at spælt í dag, men tað tykist verða sera torført at fáa liðini at koma suður leygardag, tí at Smyril siglir so tíðliga av Havnini, so tey vilja hava dystirnar fluttir. Men hetta ber ikki altíð til, og nú er longu so langt útliðið av kappingarárinum, so tað er ikki nógv pláss eftir, um allir dystir skulu liggja fríggjakvøld ella sunnudag. So dysturin hjá kvinnum í dag er avlýstur og hin er útsettur.

Sunnudagin kl. 13.15 - 16.05 verður kapping hjá dreingjum 10 ár og yngri. Venjari hjá D10 er Palli Augustinussen, og Oddur Joensen er hjálparvenjari.

Liðini í kappingini í morgin eru VB, Kyndil, StÍF og SÍF, og spældir verða 6 dystir.

VB vil samstundis nýta høvi at ynskja venjaranum hjá D10 og Sunset venjaranum í fyrru helvt av kappingarárinum, Gurið Mortensen, hjartaliga tillukku við nýggja, stóra beiggjanum, og takka fyri gott samstarv:)



Les meira





Vælkomin Avaras og Migle!

22:24, 08-01-2010

Mánadagin kom Avaras aftur til landið, eftir trimum árum í heimlandinum Litava, at verða venjari fyri Sunset liðið hjá VB restina av kappingarárinum.

Við sær hevur hann ta 21 ára gomlu Migle. Migle hevur spælt hondbólt frá barnsbeini av, og mamma hennara er kendur hondbóltsvenjari í Litava. Leikararnir lata væl at henni, og siga hana verða dugnaliga og harafturat sera fyrikomandi:)

Avaras hevur bert havt fýra dagar saman við liðnum, áðrenn tey skulu í eldin sunnudagin ímóti Neistanum í Havn. Tíverri kann Migle ikki verða við hendan fyrsta dystin í nýggja árinum, men vónirnar eru góðar fyri, at hon kann verða við næsta dyst, sum verður 24/1 í Vágs Høll ímóti VÍF.

Vónandi fara vágbingar, sum vanligt, at taka væl ímóti Migle og Avaras:)

 



Les meira




1-10 av 451 Næsta síða >>

  Sunset

28/2 kl. 15.00

 VB - Neistin

 

  Suðuroyar Sparikassi  

 

Vágs Skipasmiðja

Spf. Elian Hansen

Coma Pack

 

 

 



Heimasíðan hjá Vágs Bóltfelag og VB/Sumba